Bannaðir fyri lívið

Teir báðir Rangers-spælararnir vórðu mikukvøldið settir á beinkin, eftir at teir høvdu verið ein túr í býnum, hóast teir ikki høvdu fingið loyvi til hetta.

Hetta í sjálvum sær fekk eisini øði í Walther Smith, manager hjá Rangers, sum hevur givið báðum spælarum bót.

Undir dystinum móti Íslandi, sum Skotland vann 2-1, sóust teir báðir á barnsligan hátt gera V-tekin móti upptøkutólunum, og tá var ovboðið hjá skotska fótbóltssambandinum.

Saman við landsliðsvenjaranum hevur fótbóltssambandið nevnliga gjørt av, at hvørgin av spælarunum nakran tíð aftur sleppur at spæla landsdyst fyri Skotland.

Barry Ferguson hevur annars í drúgt áramál verið ein av lyklaspælarunum hjá Skotlandi. Alan McGregor spældir fyri fyrstu ferð týðandi landsdyst, tá Skotlandi leygardagin spældi móti Hollandi.