Býráðið í New York hevur samtykt eitt forboð ímóti at brúka orðið ?nigger? um tey svørtu í býnum. Tað er kortini ivasamt, hvønn týdning samtyktin fær, tí revsingin fyri at brúka tað er lítil, skrivar NTB.
Í fyrsta umfari ætlar býráðið at biðja The Recording Academy, sum letur Grammy-virðislønirnar, um ikki at tilnevna sangarar ella sangskrivarar, sum brúka orðið ?nigger? í sínum tekstum.
Tað var eitt einmælt býráð, sum atkvøddi fyri samtyktini.










