Á ársins Roskilde Festivali fáa festivalgestirnir strang boð um at tiga, meðan konsertirnar eru. Hetta verður gjørt á einum stórskermi á konsertøkinum, áðrenn hvør konsert byrjar. Hetta stendur at lesa í tíðindabrævi frá størsta festivalinum í Danmark, sum fer av bakkastokki hósdagin í komandi viku.
Ofta verður kjakast um nógv annað enn júst tónleikin á pallinum, tá fólk fara á konsert, og nú fer Roskilde Festivalurin undir eitt nýtt átak, har ljós verður varpað á óviðkomandi prát hjá áhoyrarum.
Ítøkiliga merkir hetta, at festivalurin fer at vísa ein stuttfilm á stórskermi áðrenn konsertirnar, soleiðis at festivalgestirnir verða gjørdir varugir við, hvussu óviðkomandi prát kann oyðileggja tónleikaligu upplivingina.
Filmurin, sum verður vístur, er ein tónleikaútgáva av kendu introini til donsku barnasendingina "Anna og Lotte", har ein hundur áhaldandi tosar, meðan ein drongur roynir at hugsavna seg.
Á Roskile Festivalinum snýr filmurin seg um, at tað skal bera til at spæla gittar uttan at verða órógvaður.
Roskilde Festivalurin 2012 er í døgunum 5.-8. juli. Warm Up byrjar 30. juni.










