Bannað at filma

Formaðurin í enska felagnum Torquay United Chris Roberts, sigur seg nú hava sæð nóg mikið av filmi, tá spælarar royna at fáa brotsspark á órættvísan hátt. Hann hevur soleiðis sett í verk nýggja reglugerð, og sambært hesi verða spælararnir hjá Torquay revsaðir, um teir royna at filma seg til fyrimun. Fyrstu ferð verður talan um ávarin, aðru ferð ávaring og bót og heldur hetta fram, verður spælarin settur til sølu, ella snøgt sagt koyrdur úr starvi sínum.