Alan Pardew hevur fingið venjarabann í sjey dystir fyri at skalla David Meyler hjá Hull. Tríggjar teir fyrstu dystirnar sleppur hann ikki so mikið á leikvøllin. Hann hevur eisini fingið eina bót á áleið eina hálva millión krónur, umframt eina ávaring um at uppføra seg pent í farmtíðini.
Tað var í Premier League dystinum millum Hull City og Newcastle, at venjarin hjá Newcastle endaði í hornatøkum við David Meyler, tá hesin seinni ætlaði sær bóltin, sum var farin út um síðu linjuna.
Alan Pardew, sum eisini var venjari hjá Jóan Símuni Edmundsson í Newcastle, hevur biðið um umbering. Hann sigur við heimasíðuna hjá Newcastle, at hann angrar hendingina og góðtekur revsingina.
Venjarin hjá Newcastle bleiv burturvístur frá bonkinum, eftir hendingina. Newcastle var faktist á odda 3-1, tá hendingin fór fram. Newcastle vann dystin heili 4-1.