Bann og bót til Wenger

Premier League: Arsenal má klára seg uttan Arsene Wenger komandi dystirnar

Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, hevur fingið bann í tríggjar dystir, og eina bót á smáar 340 túsund krónur, fyri ósakligan atburð og málburð í dómararúminum, eftir 1-1 javnleikin  móti West Bromwich.

 

Les eisini: Wenger í øðini og kærdur

 

Arsenal var bara tveir minuttir frá at vinna ársins seinasta í fjør, tá teir vitjaðu West Bromwich. Men eitt umstrítt brotsspark í seinasta minuttinum av dystinum gjørdi, at heimaliðið fekk eitt stig.

 

- Eg eri sera vónbrotin. Tað hendi móti Stoke, Watford, Manchester City og nú West Bromwich. Hetta er afturvendandi móti okkum, og tað er ørkymlandi, segði Arsene Wenger millum annað á tíðindafundinum eftir dystin.

 

Hann helt eisini, at tað var ikki samsvar millum tað sum dómarin, Mike Dean, vísti spælarunum í samband við brotssparkshendingina, og tað sum veruliga fór fram. Arsene Wenger helt eisini fyri, at dómarin sá tað, sum hann vildi síggja.

 

Nú hevur enska Fótbóltssambandið valt at revsa venjaran hjá Arsenal, sum ikki sleppur at sita á bonkinum til tríggjar teir komandi dystirnar.