Millum allar kendastu og mest virdu verkini hjá eyðkenda og samstundis ókenda gøtulistamanninum, Banksy, er “Girl with Ballon”. Í gjár varð verkið selt fyri 8,9 milliónir á uppboðssølu, men í somu løtu tað varð selt, oyðilegði verkið seg sjálvt.
Banksy hevði nevniliga í loyndum sett ein pappírstægara í rammuna, um myndin nú einaferð skuldi enda á uppboðssølu.
Banksy meinar, at uppboðssølur eru kapitalistiskar, og hann hevur fyrr úttalað seg um, at honum ikki dámar, at samlarar gjalda so stórar upphæddir fyri hansara verk.
- Going, going, gone… skrivaði Banksy í einari dagføring á Instagram stutt eftir, hetta fór fram.
Eingin veit hvør Banksy er, men mann meinar, at hann kemur úr Bristol í Englandi og er um 45 ára gamal. Hansara verk eru kend fyri at vera satirisk og samfelagskritisk.
Banksy er kendur fyri at vera øgiliga snildur, og hetta er ikki fyrstu ferð, at hann ger eitt sovorðið alment stunt. Hann hevur m.a. selt sínar myndir úti á gøtuni fyri 60 dollarar, uttan at nakar visti, at tað vóru veruligar Banksy myndir. So tey, ið keyptu sær eina bíliga “kopi” Banksy mynd á gøtuni tá, fingu í veruleikanum eina Banksy mynd, sum hevði eitt virði á 20.000 dollarar.
Tað er óvist, um týningin av “Girl with Ballon” fer at minka um virðið á verkinum, ella um verkið umvent fer at vaksa í virði. Verkið hevur í øllum førum fingið eina heilt nýggja søgu, og hetta var ein týpisk og klassisk Banksy gerð.