Eitt listaverk, ið víðagitni Banksy hevði málað á einar dyr í konserthølunum Bataclan í París, er komið undan kavi aftur, síðan tað varð stolið í januar í 2019.
Italska løgreglan kom fram á listaverkið í einum fjósi, og fundið er eitt úrslit av góðum samstarvi millum italsku løgregluna, økisákæran í Abruzzo í Italia og franska dómsvaldið, sigur økisákærin sambært BBC.
Listaverkið - ein mynd av einari sorgarbundnari ungari gentu - varð upprunaliga prentað á einar neyðdyr í Bataclan konserthølunum, har víðgongdir islamistar í november í 2015 skutu 130 fólk til deyðis.
Listaverkið varð málað einaferð í 2018 sum eitt minnismerki til teirra, ið lótu lív í yvirgangsatsóknini.
Í januar vóru fleiri maskuklæddir menn, ið skóru listaverkið burtur úr hurðini við vinkulslíparum, og tað hevur verið burtur, til tað nú kom undan kavi aftur í Italia.
Banksy, hvørs veruligi samleiki framvegis er fjaldur frá almenninginum, hevur eftir øllum at døma verið í París á listaferð í 2018, tí um tað mundið vórðu eyðkendu stensilleringarnar hjá honum at síggja ymsastaðni í býnum.