BankNordik ávarar í dag sínar kundar um, at teldusníkar gera um seg í løtuni. Tí verður heitt á øll, ið brúka netbankan, um at vísa varsemi.
- Í løtuni verður ávarað um teldusníkar, ið royna at fáa atgongd til persónligar upplýsingar í sambandi við innritan í Netbankan. Ein kassi við teksti, ið eggjar tær til at trýsta á eitt leinki til eina kapping, kemur fram. Vit mæla øllum okkara kundum til at vísa varsemi, og til ikki at trýsta á leinki ella tekst, um illgruni er um teldusníkar, skrivar bankin á síni heimasíðu.