BankNordik væntar enn hægri avlop í ár

Bankin hevur boðið virðisbrævamarknaðinum frá, at ársúrslitið fyri 2023 fer at verða enn hægri, enn áður fráboðað

 

Tað skrivar bankin í fráboðan til Københavns Fondsbørs í gjár. Har sigur bankin, at hann væntar, at nettoúrslitið fer at økjast til 235 til 265 milliónir krónur í staðin fyri 210 til 240 milliónir krónur, sum áður fráboðað.

– Uppjusteringin av ársúrslitinum verður fyrst og fremst gjørd tí, at bankin hevur betri vánir til grundleggjandi raksturin, tí at rentuinntøkurnar eru hækkaðar og vegna tess, at niðurskrivingarnar hava verið lægri enn roknað varð við, tí at kundar bankans hava víst seg at verið sterkari mótvegis trýstinum av inflatiónini.

Bankin almannakunnger roknskapin fyri fyrra hálvar tann 3. august í 2023 og fer tá at greiða nærri frá fíggjarligu gongdini og væntanunum til árið, skrivar bankin í boðum til virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn.

 

##med2##

 

Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik