BankNordik partaeigari í BankInvest

BankNordik verður nú part­a­eigari í BankInvest sam­tak­i­­num og fer framyvir at markna­ða­rføra íløguprógv frá Bank­Invest í bankans 20 deild­um í Da­n­mark, trimum deild­um í Grøn­landi og seks deild­um í Føroyum.

Samstarvsavtalan mill­um Bank­Nor­dik og Bank­In­vest merk­ir, at BankNordik verð­ur part­a­eigari í Bank­In­vest sam­taki­n­um og fer at markn­að­ar­føra íløguprógv frá Bank­In­vest í øllum sín­um deil­d­um.

Hetta merkir eisini, at Bank­In­vest styrkir sína støðu sum ogn­ar­røktari og út­bjóðari av íløg­u­fel­øg­um á danska markn­að­i­­num. Harumframt verða tær íløgur, sum kundarnir í gam­la Am­ag­e­r­bankanum hava sett í íløg­u­prógv hjá Bank­Invest, fevndar av nýggju avtaluni.

Avtalan merkir sam­stund­is, at BankNordik - eftir eina part­a­bræv­a­hækk­an í Bank­In­vest - gerst part­a­eig­ari við ein­um ogn­ar­luti upp á góð fimm pro­s­ent av sam­tak­i­num. Hin­ir størru part­a­eig­ar­ar­nir í Bank­In­vest eru Spar Nord Bank, Jyske Bank, Syd­bank, Ring­kjøb­ing Land­b­o­bank, Ar­bej­der­nes Lands­bank og Spar­e­kass­en Sjælland.

Eftir at BankNordik yv­ir­tók sunnu partarnar av Ama­ger­bank­en, metti leiðsl­an, at neyð­ugt var at styrkja sína støðu á í­løg­u­øki­num, ser­liga í Dan­mark, og tí er av­tal­an við Bank­In­vest fing­in í lag.

At BankNordik gerst ein part­ur av ogn­ar­skar­a­num skal góð­kenn­ast á ein­um eyka­a­­ð­al­fundi í BI Holding A/S, og í hes­um sam­bandi verð­ur Janus Petersen vænt­andi vald­ur í nevndi­­na. Sam­stund­is verður Karen Frø­sig, for­stjóri í Syd­bank, part­ur av nevnd­ini. Hon kem­ur í stað­in fyri All­an Nør­holm, fyrr­ver­andi stjóra í Sydbank.

Um BankInvest:
BankInvest hevur 180 starvs­fólk í Keyp­mann­a­havn (høv­uðs­sæti), Lux­em­bourg, Viet­nam og Ong­landi. Størstu parta­eig­ar­ar­nir eru m. a. Spar Nord Bank, Jyske Bank, Sydbank, Ring­kjøb­ing Land­bo­bank, Ar­bejd­er­nes Lands­bank og Spare­kass­en Sjæl­land. Bank­In­vest røkt­ar pr. 30. juni 2011 í­løg­u­ogn­ir fyri 83 mill­i­ard­ir krón­ur.