BankNordik letur aftur fýra deildir

Virksemið hjá BankNordik í Føroyum verður nú savnað í fimm deildum: Í Havn, í Klaksvík, á Tvøroyri, í Saltangará og í Miðvági. Deildirnar í Fuglafirði, Vestmanna, Sandi og Kollafirði verða niðurlagdar. 10 størv færri verða í bankanum í Føroyum.

Bankin sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at av tí at flestu kundar avgreiða síni bankaørindi á teldu og við korti, minkar talið á vitjanum á bankadeildunum støðugt. Samstundis raðfesta kundar haldgóða ráðgeving rættiliga høgt. BankNordik hevur tí valt at menna ráðgevingina á økisdeildunum við at tillaga og umskipa deildarnetið.

Í Føroyum verður virksemið hjá BankNordik framyvir miðsavnað í fimm deildir. Virksemið í Eysturoynni verður miðsavnað í Saltangará. Hetta inniber at alt virksemið í deild bankans í Fuglafirði verður flutt til Saltangará. Virksemið í Streymoynni og á Sandi verður miðsavnað í Havn. Hetta inniber at alt virksemið í deildunum í Kollafirði, Vestmanna og Sandi verður flutt til Havnar.

Í Danmark verður deildin í Varde løgd saman við Esbjerg.

Umskipanin av deildarnetinum í Føroyum og Danmark viðførir eina samlaða minking í normering á 22 fulltíðarstørv, herav 10 í Føroyum og 12 í Danmark. 4 fólk verða søgd úr starvi í BankNordik í Føroyum.

- Okkara kundar eftirspyrja í alsamt størri mun haldgóða ráðgeving um lán, íløgur, eftirløn og tryggingar. Fyri at styrkja hesa ráðgeving er neyðugt við størri deildum, sum kunnu bjóða eitt spennandi fakligt umhvørvi við nógvum avbjóðingum fyri einstaka starvsfólkið. Vit harmast um, at umskipanin av deildarnetinum hevur við sær, at fólk mugu úr starvi, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

Eftir umskipanina fer BankNordik at hava fimm deildir kring landið. Tær verða í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri, í Saltangará og Miðvági. Á hesum deildum verða kun- darøktin og kundaráðgevingin styrktar við umskipanini.