BankNordik og Fíggjarligt Støðufesti ahva í dag gjørt keypsavtalu um, at bankin yvirtekur allar privatkundarnar og meginpartin av vinnukundunum frá Amagerbanken. Sum lið í skipaðu vakstrarstrategi bankans yvirtekur BankNordik allar privatkundarnar, allar vinnukundar við eini kreditteksponering lægri enn DKK 5 mió. umframt útvaldar og góðar størri vinnukundar frá Amagerbanken.
Sum fráboðað í tíðindaskrivi mánadagin 16. mai 2011 lat BankNordik inn eitt bindandi boð upp á sunnu partarnar av Amagerbanken, sum Fíggjarligt Støðufesti hevði sett til sølu. Í dag hava BankNordik og Fíggjarligt Støðufesti gjørt keypsavtalu um, at bankin yvirtekur allar privatkundarnar og meginpartin av vinnukundunum frá Amagerbanken. Avtalan er treytað av góðkenning frá viðkomandi myndugleikum, og yvirtøkudagurin verður, tá hesar góðkenningar eru fingnar í lag.
- Keypið ger strategisku ætlanina um at vaksa á danska marknaðinum til veruleika. Vit hava hildið eitt vakið eyga við møguleikanum fyri at yvirtaka áhugavert virksemi, sum hóskar til tann háttin, vit ynskja at reka banka. Eins og Amagerbanken leggja vit dent á tætt samskifti við kundarnar og tøtt sambond við lokala marknaðin. Í bankanum leggja vit dent á sterka kredittstýring, tí eru vit nøgd við, at meginparturin av kundunum er privatkundar og minni fyritøkur. Keypið styrkir sostatt frammanundan sterka váðaprofilin hjá bankanum við tað, at yvirtiknu útlánini eru til retailkundar umframt einstøk vinnuengagement, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Við keypinum yvirtekur BankNordik 82.000 privatkundar og 10.000 vinnukundar, innlán fyri DKK 5,3 mia., útlán og trygdir fyri DKK 4,9 mia. umframt goymsluvirði hjá kundum fyri DKK 10 mia. kr. Umleið 160 starvsfólk úr nøkrum av deildunum í hø-vuðstaðarøkinum umframt deildunum í Odense og Århus fara at taka sær av yvirtikna virkseminum. Partarnir eru samdir um, at tíðin fram til yvirtøkudagin skal nýtast til at taka avgerð um, hvørjar deildir og hvørji starvsfólk skulu reka virksemið framyvir.









