BankNordik hevði 416 milliónir krónur í avlopi í 2010

Framgongdin í inntøkunum er 30 proset og stavar einamest av altjóða vøkstri. BankNordik stendur við sína varligu strategi og er framvegis millum sterkastu bankar í Norðurlondum.

Úrslit áðrenn skatt 416 mió. kr. mótvegis 135 mió. kr. í 2009

Renting av eginpeningi 22,4% áðrenn skatt mótvegis 8,5% í 2009

Inntøkur frá banka- og tryggingarvirksemi 644 mió. kr. mótvegis 497 mió. kr. í

2009

Niðurskrivingar á útlánum vóru 167 mió. kr. mótvegis 128 mió. kr. í 2009,

samsvarandi 1,5% av útlánum og ábyrgdum

Solvensur 17%, meira enn tað dupulta av solvenskravinum hjá bankanum

Útlán lægri enn innlán (ávikavist 8,7 mia. kr. og 8,8 mia. kr.)

Gjaldførið við ársenda er næstan 3 ferðir hægri enn lógarkravið

2010 var merkt av nógvum stórum broytingum í BankNordik. Tíðliga í árinum yvirtók bankin 12 deildir í Danmark og í Grønlandi frá Sparbank. Bankin fekk við hesum 30.000 nýggjar kundar, víðkaði virkisøkið við meira enn einum triðingi, vendi innlánsundirskotinum til eitt yvirskot og víðkaði grundarlagið fyri framhaldandi sunnum vøkstri.

Í mars 2010 seldi BankNordik sín part í Bakkafrost í sambandi við eina væleydnaða skráseting av fyritøkuni á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Sølan økti frammanundan sterka kapitalgrundarlagið hjá bankanum við einum kapitalvinningi á 380 mió. kr.

Í góðari tíð áðrenn statsveðhaldið til bankasektorin og kundarnar varð tikið aftur, bygdi bankin ríkiliga nógv gjaldføri upp. Tíðin eftir afturtøkuna vísti, at vanligu marknaðartreytirnar vóru til fyrimuns fyri ein sterkan banka sum BankNordik, og ein stigvís avtøka av tilbúgvingini kundi tískil verða sett í gongd móti endanum á árinum í fjør og fyrst í hesum árinum.

Innanhýsis í bankanum vórðu allar KT-skipanir lagdar um til KT-veitaran SDC. Tað tyngdi fyritøkuna, men umleggingin var strategiskt týdningarmikil bæði fyri framhaldandi menningina av kundatænastuni og fyri at økja effektivitetin. Bæði eru týdningarmikil mál í BankNordik.

- BankNordik hevur verið ígjøgnum eitt óvanliga hendingaríkt tíðarskeið. Samstundis sum onnur hava skorið niður, hava vit tvífaldað støddina á bankanum eftir einans tveimum árum og eru nú virkin á fýra ymsum marknaðum ? í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark. Tað gevur okkum nýggjar avbjóðingar, men fyrst av øllum gevur tað okkum nýggjar møguleikar fyri at halda fram við okkara framgongd, bygd á eina fasta og skerpaða strategi og áhaldandi stranga stýring av váðaprofilinum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik samtakinum.

Við eini eginogn á 2,0 mia. kr. og hybridum ábyrgdarkapitali á 203 mió. kr. hevði BankNordik ein solvens upp á 17% við ársenda 2010. Talið skal síggjast í mun til standardkrøvini í bankalógini á 8% og individuella solvensin hjá bankanum, sum er lægri enn 8%. BankNordik er tískil ein tann sterkasti bankin í Norðurevropa..

Við eini kursøking á 9,5% var BankNordik-partabrævið millum bestu bankapartabrøvini á virðisbrævamarknaðinum í 2010. Vinningurin skal ikki minst síggjast út frá lutfalsliga lága váðaprofilinum hjá bankanum.

Sum avleiðing av luttøkuni í Bankapakka I í 2008-10 er útgjaldið av vinningi hjá BankNordik framvegis tengt at avmarkingum. Lagt verður fram fyri ársaðalfundin 25. mars 2011, at 40 mió. kr. verða útgoldnar, samsvarandi úrslitinum síðan stuðulsskipanin helt uppat 1. oktober 2010, og at vinningur útyvir hetta ikki verður útgoldin fyrr enn í 2012 (treytað av framhaldandi ríkiligum solvensi).

- Størstu uppgávurnar í ár verða at skapa framhaldandi vøkstur, samstundis sum vit halda fast við ein lágan váða og leggja dent á effektivitet. Tey mongu týdningarmiklu stigini, sum vit tóku í fjør geva okkum góðar møguleikar fyri áhaldandi sunnari menning, sigur Janus Petersen.

Bankin hevur lagt ætlanir um fleiri átøk, bæði innanhýsis og úteftir, men nøkur teirra fáa ikki fult virki fyrr enn um tvey-trý ár. Leiðsla bankans væntar eitt úrslit á 100-140 mió. kr. í 2011 áðrenn virðisjavningar.