Danska fíggjarblaðið, Børsen, ger nógv burtur úr BankNordik í útgávu síni í gjár.
Í stórari grein ger blaðmaðurin, Jens Theil, samrøðu við forstjóran í BankNordik, Janus Petersen.
Føroyski BankNordik ætlar at dystast við stóru kappingarneytarnar í Danmark, við at bjóða allar tær tænastur, sum nógv størri bankarnir eisini bjóða.
Soleiðis ljóðar strategiin frá forstjóranum, Janus Petersen.
- Vit eru tað, sum í gomlum døgum varð kallað fíggajrlig sølumiðstøð. Vit hava bæði útlán, innlán, íløgur, tryggingar og pensjónir. Tað eru nógvir bankar, ið ikki hava eins breitt úrval, men vit meta, at tað liggur ein stór styki í at bjóða fulla tænastu til smáar og millumstórar fyritøkur, sigur Janus Petersen við Børsen.
Harvið gongur hann beint móti streyminum, tí eftir kreppuna flyta flestu bankar av somu stødd seg mótsettan veg og skera uttanums tænasturnar frá og savna seg um klassiska bankaraksturin við útláni og innláni.
- Hetta er »back to basics« fyri okkum. Vit hava tvey frygdarfeløg í samtakinum, og hava fingist við trygging, bæði innan skaða og lív, so leingi, sum eg havi verið í bankanum, so tað er grundleggjandi hjá okkum. Og vit hava eisini egið íløgufelag, sigur Janus Petersen.
Hann roknar við, at júst serliga støðan sum fíggjarlig sølumiðstøð gevur einastandandi møguleikar at draga nýggjar kundar og harvið bjóða etableraða geiranum av.
Størri førleiki
Við blaðið sigur Janus Petersen:
- Vit vilja fegnir vera eitt alternativ til stóru bankarnar fyri smáar og millumstórar fyritøkur, og tað rokni eg við, at vit kunna. Vit kunnu bjóða fulla tænastu eins og teir stóru, men eg vænti, at fleiri fyritøkur velja okkum, tí tær kenna seg aftur í okkara stødd.
Tað er ein eftirspurningur eftir bankum við høgum førleikastøði, men sum eisini fæst fatur í. Fleiri fyritøkur vilja hava samband við ein banka við teirra egnu stødd, mentaliteti og mentan, sigur forstjórin, sum heldur, at BankNordik kann bjóða eitt tættari samstarv enn stóru bankarnir.
- Ovasta leiðslan í bankanum eru í tøttum samskifti við deildirnar. Sjálvur eri eg regluliga úti á deildunum, tí tað er har, kundarnir eru. Vit skulu skapa eitt tætt samband við kundarnar, tí tað er hetta, vit liva at, stutt og greitt, sigur Janus Petersen.
Og júst innan deildir er BankNordik farið miðvíst til verka fyri at vaksa í Danmark. Síðani BankNordik í 2010 kom á danska marknaðin eru 37 deildir uppkeyptar, men tað eru tó bert tær 18, ið enn eru opnar. Men hetta er fyri at kunna bjóða allar tænastur á øllum deildum.
- Tað er ikki bert ein spurningur um at spara, men tí at tá deildirnar eru størri, eru førleikarnir størri, og størri yvirskot at taka sær av tørvinum hjá einstøku kundunum, sigur Janus Petersen.
Gylta bananin
Eftir keypið av kollsiglda Amagerbanken í 2011, liggja flestu deildirnar hjá BankNordik í dag í høvuðsstaðarumrøaðnum. Og tað gevur bankanum ein heilt serliga fyrimun.
- Hyggur tú at Keypmannahavn eru har spennandi møguleikar. Tað eru nevniliga ikki nógvir bankar av okkara stødd, ið hava so stóran marknaðarlut í Keypmannahavn. So her kunnu vit veruliga meta okkum móti teimum stóru, og tað vænti eg fer at eydnast, tí sum sagt síggja vi tein eftirspurning eftir bankum sum okkara, ið ikki er risastórur, sigur Janus Petersen.
Uttan fyri høvuðsstaðarøkið hevur BankNordik bert deildir í stóru býunum Esbjerg, Kolding, Horsens, Odense, Aarhus, Vejle og Haderslev.
- Tað eru ikki aðrir bankar, ið bert hava deildir í stórbýunum, sgur Janus Petersen.
Hann sastar upp á tað, sum hann kallar gylta bananin.
- Vit eru bert aktivir í vøksturøkjunum. Vit eru aktivir í fýra av fimm teimum størstu býunum í tríkantsøkinum, umskipað við Horsens og Haderslev. Tað er tað, ið verður rópt gylta bananin, og tað er har, vit helst vilja vera, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik við danska fíggjarblaðið, Børsen.