Finanswatch hevur givið BankNordik góð skoðsmál fyri kynsumboðanina í leiðsluni, nú nýggjasta CSR frágreiðing hjá felagnum vísir, at kynsjavnstøðan í leiðslustørvum er batnað munandi frá 2018 til 2019.
Í samtakinum vóru í 2019 42 prosent av øllum leiðarunum kvinnur, og tað er ein greiður vøkstur í mun árið fyri, tá talið var 31 prosent.
Hóast leiðslan fegnast um góðu kvinnuuboðanina, so er framvegis pláss fyri betringum, tí at tað er fyri tað mesta í deildunum í Føroyum, at kynsumboðanin er góð. Støðan er ikki eins góð í Danmark.
– Leiðslan er fegin um gongdina, men er samstundis tilvitað um, at tað er neyðugt støðugt at geva kynsjavnvágini ans, um góða gongdin skal halda fram. Eitt nú er framvegis stórur munur á, hvussu leiðarastørvini eru býtt millum kynini á deildunum hjá bankanum í Danmark og Føroyum. Meðan kvinnurnar eru væl umboðaðar í leiðslustørvum í føroyska partinum av samtakinum, er tað framvegis longri millum kvinnurnar í leiðslusessum á donsku deildunum, sigur BankNordik, sum eisini ætlar at tryggja javnari kynsbýti í Danmark.
Úrslitið er ikki sprottið úr ongum, tí BankNordik hevur sett sær sum mál, at einki kyn skal hava minni enn 40 prosent av umboðanini, tá tað snýr seg um leiðslustørv. Hetta skal eisini síggjast í samanhangi við, at at kynsjavnstøða er eitt av menningarmálunum hjá ST, sum BankNordik hevur valt at leggja dent á.
– Tað hevur alstóran týdning fyri kappingarførið hjá samtakinum, at vit bæði hava dugnaligar kvinnur og menn í starvi. Tí fara vit frameftir at leggja uppaftur størri dent á at tryggja, at vit altíð fáa umsóknir frá bæði skikkaðum monnum og kvinnum í sambandi við starvssetanir, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.











