BankNordik fingið nýggjan stjóra

Janus Petersen er ikki longur stjóri í BankNordik. Árni Ellefsen settur í starv sum fyribils stjóri.

Leiðslan í BankNordik hevur í dag sett Árna Ellefsen í starv sum fyribils stjóri í bankanum. Tað boðar bankin frá í dag.


Árni Ellefsen avloysir harvið Janus Petersen sum stjóra, aftaná at leiðslan og Janus Petersen eru samd um, at steðga samstarvinum.


Janus Petersen hevur starvast í bankanum í einogtjúgu ár, harav tíggju tey seinastu árini sum stjóri.


Í skrivinum verður boðað frá, at tað er ein liður í nýggja strateginum hjá felagnum.


Skrivið er undirskrivað av Stine Bosse, nevndarforkvinnu í BankNordik.


Meira um málið seinni.