BankNordik ferfaldar ársúrslitið

Ársúrslitið hjá BankNordik í 2012 gjørdist 121 mió. kr. fyri skatt í mun til 31 mió. kr. í 2011. Bankin hevði eitt gott úrslit í Føroyum, avlop í Danmark seinna hálvár, metstórt avlop í Íslandi og stóra framgongd í Grønlandi.

Árið 2012 var í BankNordik sermerkt av samansjóðingini av yvirtikna virkseminum frá Amagerbanken og tillaging av virksemi bankans. 2012 gjørdist tó eisini fyrsta árið, har bankin av álvara heystaði ágóðarnar av stóru íløgunum, ið eru gjørdar uttanlands seinastu árini.

Eftir stórar útreiðslur til samansjóðing av nýggja virkseminum í fyrra hálvári, gav danska bankavirksemið avlop seinna hálvár. Samstundis hevði bankavirksemið í Grønlandi stóra framgongd. Íslendska tryggingarfelag bankans fekk eitt methøgt úrslit á 24 mió. kr.

Samtakið fekk eitt nøktandi úrslit á samanlagt 121 mió. kr. fyri skatt. Rakstrarúrslitið gjørdist 188 mió. kr. áðrenn útreiðslur til samansjóðing og tillagingar. Til sammetingar var hetta úrslit 149 mió. kr. fyri 2011.

-Úrslitið er í samsvari við tær væntanir, ið vit høvdu við ársbyrjan í fjør, hóast tær tá kanska tóktust vera høgar. Ætlanir okkara eru framdar í verki, og úrslitini vátta, at vit eru á rættari leið, sigur Janus Petersen, forstjóri.

Nevndin vil mæla aðalfundinum til at samtykkja at rinda partaeigarunum vinningsbýti á 10 mió. kr.

Lønsemið betrað í bankanum

Við stórum íløgum í Danmark, Grønlandi og Íslandi síðani 2009 er bankin tvífaldað-ur í vavi. Samstundis er bankin styrktur við nýggjum og breiðari førleikum umframt øktum møguleikum fyri vøkstri í virkseminum. Íløgurnar samsvara við langskygdu ætlan bankans, sum er blivin framd í verki, tá ið røttu møguleikarnir hava víst seg.

Seinastu árini eru munandi tillagingar framdar í kundatænastuni úti á deildum bankans. Umframt at styrkja lønsemið hava hesi tiltøk samtundis økt um kappingarførið við at geva meira tíð til ráðgeving av vaksandi kundaskaranum, sum brúkar bankans tænastur og ráðgeving.

Størstu framgongdina í 2012 fekk bankin í Grønlandi, har útlán bankans vuksu við meira enn 20 %. Eftir at hava samansjóðað nýggja virksemið raðfestir bankin nú kundatænastu, lønsemi, kredittgóðsku og kapitalstyrki í sínum virksemi.

-Í 2012 sóu vit fyrstu jaligu úrslitini av teimum stóru íløgunum, ið vit hava gjørt síðstu árini, sigur Janus Petersen.

Úrslitagott tryggingarvirksemi

Bankin rekur tvey tryggingarfeløg, ið hava ein marknaðarpart á 25 % í Føroyum og 15 % í Íslandi. Tryggingarfeløgini høvdu ein mildan vetur við fáum skaðum og góvu samanlagt eitt úrslit á 47 mió. kr. fyri skatt í 2012.

-Raksturin er støðugt betraður seinnu árini, og eg eri stak væl nøgdur við úrslitini í okkara tryggingarfeløgum, sigur Janus Petersen.

Útlán bankans er væl spjadd við einans 40 % til vinnukundar, einari góðari spjaðing í vinnugreinum og bert fáum stórum lánum. Lági váði bankans sæst eisini aftur í lága solvenstørvinum á 8,6 %, sum er eitt vet hægri enn lægst møguligi lógarkravdi solvensurin á 8 %. Bankin hevur sostatt við solvensinum á 14,8 % ein hóskandi yvirdekning á 6,2 % prosentstig í mun til solvenstørvin.

Væntanir til 2013

Í 2013 heldur BankNordik áfram við at menna samtakið samsvarandi langskygdu ætlan bankans. Búskaparvøksturin og harvið lánshugurin væntast at verða av-markaður í 2013, og tí væntar bankin, at útlánini fara at minka við 2 %.

Í Føroyum hómast ein ávísur búskaparligur framtakshugur, men føroysku húskini fara væntandi í stóran mun at taka realkredittlán, og tí verður útlánsvøksturin avmarkaður. Frá komandi ári fær bankin eina eyka útreiðslu á 23 mió. kr. árliga til innskjótaratrygdargrunnin. Hinvegin væntar bankin, at niðurskrivingarnar verða lægri enn í 2012.

Úrslitið fyri virðisjavna og skatt væntast tí at verða 130-160 mió. kr. í mun til 102 mió. kr. í 2012.