BankNordik bakkar

BankNordik fer ikki at taka 20 krónur í kontogjaldi frá fólki, sum bara hava lønarkonto ella pensjónskonto í bankanum

Tá áður fráboðaða kontugjaldið upp á 20 krónur kemur í gildi 1. august í ár, verða kundar, ið bara hava eina lønarkontu og/ella eina pensjónskontu í BankNordik, eisini undantiknir kontugjaldinum.

 

– Endamálið við kontugjaldinum er at tryggja, at allir kundar rinda fyri at brúka tænastur bankans. Eisini kundar, ið ikki brúka bankan regluliga, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

 

Samstundis er hornasteinurin í virkisætlan bankans, at tað skal loysa seg hjá kundunum at savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik. Tískil er ein stórur partur av kundum bankans longu undantikin kontugjaldinum.

 

– Vit mugu tó ásanna, at nakrir kundar, sum bara hava pensjónskontur og lønarkontur í bankanum, ikki eru fevndir av áður fráboðaðu undantøkunum. Hesir kundar verða nú eisini undantiknir kontugjaldinum, og vit harmast um, at hetta ikki var greitt í fyrsta umfari, sigur Janus Petersen.

 

 

Fráboðaða gjaldið, sum nú partvís verður tikið aftur, elvdi til mikið rumbul herfyri. Les millum annað:


Janus Petersen: Tí skulu tit gjalda

 

Aksel V. Johannesen: BankNordik má steðgast við lóg

 

Jørgen Niclasen: Gjøldini eru órímilig

 

Skulu rinda fyri at hava konto í bankanum