Bankin verður ikki privatiseraður nú

­ Tað er einki loyndarmál, at Fólkaflokkurin vil privatisera Føroya Banka, men tað er eingin politisk orðing í samgonguni um málið, sigur løgmaður

Dagny Joensen


Tað var ikki heilt rætt, sum nevnt í Degi og Viku týskvøldið, at Føroya Banki skal privatiserast, sigur løgmaður.

­ Vit hava ikki nakrar ætlanir um privatisering. Tá eg varð spurdur um hetta í SvF, kom tað av, at vit tosaðu um uppskot um privatisering, sum Fíggingargrunnurin gjørdi í 1995, og sum ársfrágreiðingin í Føroya Banka endurtekur í ár, men tað verður ikki her og nú, sigur løgmaður.

Ætlanin er kortini at skipa eina spakuliga útslúsing, sum Anfinn Kallsberg tekur til. Politiskt er eingin orðing um bankan í samgonguni, og tí skal málið viðgerast í Tinganesi, áðrenn nakað verður broytt.


Politisk viðgerð vantar

­ Um árslok yvirtekur Landsstýrið Fíggingargrunnin, og tá verður neyðugt hjá Landsstýrinum at tosa um framtíðar ætlaninar hjá Føroya Banka, sigur løgmaður.

Áður var bankin bundin av teimum avtalum, sum danir gjørdu við Landsstýrið, men nú er henda bindingin burtur.

Landsstýrið fer tí at endurstovna Fíggingargrunnin og góðkenna nýggja reglugerðina fyri grunnin.

­ Bankastjórin heldur, at tað hevur verið gagnligt fyri virksemið, at limirnir í Fíggingargrunninum ikki hava verið politiskt valdir. Fer Landsstýrið at velja nýggju limirnar politiskt?

­ Spurningurin er, hvussu óheftir limirnir hava verið, av tí at Landsstýrið valdi tveir og danska stjórnin tríggar limir, sigur Anfinn Kallsberg.

­ Eg hugsi ikki, at tann broytingin verður so stór. Fíggingargrunnurin eigur Føroya Banka, og limirnir í grunninum hava valt nevndarlimirnir fyri bankan.

Broytingin er bert, at nú skal Landsstýrið einsamalt velja allar fimm limirnar í Fíggingargrunnin. Landsstýrið kann broyta viðtøkurnar fyri grunnin, men tað er ikki politiskt tikið støðu til tann spurningin í samgonguni..

­ Av tí at Landsstýrið skal velja limirnar í Fíggingargrunnin, so verður talan um politiskt val, men umvit fara at brúka grunnin til at egna fyri ávísar floksfelagaðar, vænti eg ikki. Fyrst og fremst fara vit at velja kvalifiserað fólk, sum hava skil fyri bankamálum í grunnin, sigur Anfinnur Kallsberg.