Ein kanning, sum er gjørd í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi, vísir, at nógv fólk eru av teirri uppfatan, at bankin hevur lumpað tey. 4.000 fólk eru spurd. Serliga danir tykjast hava ringar royndir av sínum banka, tí 20 prosent av teimum spurdu í Danmark siga, at bankin hevur lumpað tey.
Í Noregi eru 15 prosent av somu uppfatan, í Finnlandi níggju prosent, og átta prosent av teimum spurdu sviunum kenna seg lumpaðar av bankanum.
Kanningin vísir, at danir kenna seg serliga lumpaðar av vantandi ella skeivari ráðgeving frá bankanum, meðan norðmenn kenna seg serliga lumpaðar í sambandi við lántøku.