Í Bretlandi eru skattamyndugleikarnir farnir undir at kanna HSBC-bankan, tí tað er komið fram, at fleiri kendir brotsmenn, sum búgva í Bretlandi, hava stovnað kontur í deild bankans á oynni Jersey, sum er eitt kent skjól hjá teimum, sum royna at skáka sær undan at gjalda skatt. Skattamyndugleikarnir eru farnir undir kanningina, eftir at teir hava fingið viðkomandi skjøl við upplýsingum um viðskiftafólk hjá HSBC-bankanum á Jersey.
Blaðið Telegraph skrivar, at millum viðskiftafólkini eru ein maður, sum fyrr er dømdur fyri vápnahandil, og ein annar, sum er dømdur fyri at hava selt rúsevni. Í sama viðfangi eru tríggir bankamenn ákærdir fyri svik, skrivar blaðið.
Lógin áleggur bretskum bankum at siga frá, um teir hava varhugan av, at kontur verða brúktar til pening, sum er úrvegaður á ólógligan hátt, men tað hevur HSBC-bankin eftir øllum at døma ikki gjørt. Okkurt bendir á, at bankin væntar at fáa dóm í hesum sambandi, tí fyrr í vikuni setti hann nógvar pengar av til at rinda møguliga sekt í sambandi við skuldseting um pengavask í USA, skrivar Telegraph.