Bankin bíðar

Føroya Banki, sum fíggjar umleið 70% av føroysku alivinnuni, fer sjálvandi at fylgja væl við tí, sum nú hendir í Fuglafirði. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt hetta fer at fáa nakrar fíggjarliga avleiðingar fyri alarar og banka

Føroya Banki ávarðar í móti at loypa fram av og gera nakað, sum ikki er nóg væl umhugsað, nú ILA sjúkan er staðfest í føroyskari alivinnu. Men tað er greitt, at hetta fer at ávirka støðutakan og framferð bankans í framtíðini. Tað verður neyðugt at kalkulera við, at smittan eisini finst aðrastaðni enn í Fuglafirði, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.

Føroya Banki merkir ikki so nógv til laksasjúkuna í Fuglafirði í fyrsta umfari, sigur Janus Petersen, bankastjóri. Bæði Vestlax, sum eigur alribrúkið, sum nú er rakt av ILA sjúkuni, og Føroya Banki, sum fíggjar, eru so mikið væl fyri fíggjarliga, at hetta fara báðir partar at klára, sigur hann.

Føroya Banki fíggjar umleið 70% av føroysku alivinnuni. Og tað er greitt, at tað verður fylgt væl við, hvat hendir í vinnuni. Men bankaleiðslan hevur avgjørt ikki mist svøvnin, orsakað av tí, sum hent er á Alilaks í Fuglafirði.

Tað er greitt, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, at tað verður ein fíggjarligur missur fyri alaran, at fiskurin doyr ella verður dripin fyri tíð. Men talan er um felag, sum er væl fyri fíggjarliga, sigur hann, so tað fer at bera til at koma víðari. Føroya Banki fer einki at merkja til júst hetta málið. Her koma trygging og tann serligi grunnurin, sum er til at taka sær av júst slíkum málum, inn í myndina.

Men tað er greitt, at Føroya Banki, saman við alarunum, fer at fylgja væl við gongdin, sigur stjórin í bankanum. Hóast tað vísir seg, at hetta - sum øll vóna - er eitt einsamalt dømi, ber als ikki til at slaka við trygdini hjá alibrúkunum. Nú verða kanningar gjørdar av øðrum alibrúkum til tess at finna út av, um smittan eisini finst aðrastaðni. Tann møguleikin er avgjørt til staðar, tí talan er um sjúku, sum hevur eina ávísa ígerðartíð. So smittan kann saktans vera borin víða, uttan at vit vita tað.

Hendir tað, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, at smittan hevur breitt seg víða í føroysku alivinnuni, so verður støðan sjálvandi ein onnur.

Men hann vísir á, at føroyska alivinnan í løtuni er so mikið væl fyri fíggjarliga, at hon eigur at klára okkurt vambarkastið, áðrenn hon fer um rygg.

Vit hava í dag størri eindir við betri fíggjarstøðu, enn vit høvdu fyri bara nøkrum árum síðan. Tað hevur sjálvandi tann fyrimun, sigur Janus Petersen, at feløgini eru betri fyri fíggjarliga. Men tað hevur eisini tann vansan við sær, at brúkini verða størri, og tí kann sjúkan raka enn meinari, har hon verður staðfest.

Royndirnar siga okkum, sigur Janus Petersen, bankastjóri, at vanliga verður ov lítið gjørt, áðrenn tann fyrsta vanlukkan rakar. Og fyrsta tíðin eftir, at til dømis smitta er komin í alivinnuna, er ofta tann ringasta. Men tað ber til at liva við hesi smittuni í alingini, sigur Janus Petersen og vísir á, at til dømis norðmenn leingi hava havt smittuna. Hann heldur ikki, at vit beinanvegin eiga at mála hin Skortgráa á veggin, men heldur halda høvdið kalt og fylgja við gongdini.