Tingfundur verður í dag klokkan 11. Umframt tvey uppskot til eykajáttanarløgtingslógir fyri oktober, verða tvey mál hjá Tjóðveldi. Annað er um uppskot til broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi, hitt er uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi. Tað málið snýr seg um at strika rentufrádrátt av lánum, sum er tikin til at keypa partabrøv fyri.
Skráin fyri tingfundin í dag er hendan:
1) 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 20/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2014
2) 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 21/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2014-2
3) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 51/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi. Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 52/2014: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi. Málið verður beint í Fíggjarnevndin.
5) Framløga