Bankastjórin harmast um botnkarakterin

Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, harmast um vánaligu plaseringina, sum bankin fær á listanum hjá greinarafyritøkuni Niro Invest.

Men eins og greinarin hjá Niro Invest, so heldur bankarstjórin ikki, at Norðoya Sparikassa er í vanda fyri at fara av knóranum.

- Hatta er tað, sum kundarnir lesa. Men veruleikin er ikki so dapur, sum tølini vísa, sigur Marner Mortensen við Rás 2.

Marner Mortensen vísir á, at bankin hevði nakrar serliga stórar útreiðslur í 2010.

- Kt-umleggingin var dýr. Í mun til onkran annan peningastovn valdu vit at útreiðsluføra alt beinanvegin. Eisini stjóraskiftið var dýrt, sigur Marner Mortensen.

Hann vísir harafturat á, at allir bankar hava tað torført í hesum døgum.

- Bankarnir avspegla samfelagið. Tá vinnulívið klárar seg illa, so fáa bankarnir tap. Tað einasta vit fáa gjørt nakað við er at tilpassa virksemi og minka um útreiðslurnar. Tað hava vit eisini gjørt nú, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, við Rás 2.