Bankastjóri lagt frá sær

Fríggjadagin var móttøka í Suðuroyar Sparikassa, tí Mikkjal Sørensen hevur gjørt av at leggja frá sær og í hansara stað kemur Søren Lunell Bruhn. Mikkjal hevur drúgvar royndir bankaheiminum, men hann hevur ikki gjørt av, hvat hann nú fer at takast við

Hóast árini ikki eru so mong, so hevur Mikkjal Sørensen drúgvar royndir innan bankavinnu. Í 12 ár arbeiddi hann í Sjóvinnubankanum og í 19 ár í Suðuroyar Sparikassa, har hann røkti stjórastarvið.
Tað var 1. september í 1973, at Mikkjal Sørensen fór í læru í Sjóvinnubankanum. Fyrstu mánaðirnar starvaðist hann í deildini á Tvøroyri, men síðani starvaðist Mikkjal í Havn. Í november 1978 fór hann á deildina í Vági at arbeiða, tá hendan kom í Vági, og har starvaðist Mikkjal til september í 1985, tá hann tók við sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Men eftir góð 19 ár sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa, gjørdi Mikkjal herfyri av at leggja starvið frá sær og lata nýggjar kreftir koma til.
Júst hvat hann nú fer at takast við, hevur hann ikki avgjørt, men fyrstu tíðina ætlar hann at taka sær av løttum. Mikkjal er nývaldur í Porkeris Kommunu og eitt av hansara fremstu ítrivum er seyðahald, so honum nýtist ikki at liggja á løtu síðuni, nú stjórastarvið ikki longur er í fremstu røð.
Á almennari móttøku í Suðuroyar Sparikassa fríggjadagin takkaði Mikkjal øllum teimum, sum høvdi gjørt árini í Suðuroyar Sparikassa góð og áhugaverd. Eisini takkaði hann familjuni, sum hevði funnið seg í, at Sparikassin altíð kom fyrst.
Starvsfólk og nevnd takkaðu eisini Mikkjali og til gávus fekk hann málning eftir Z. Heinesen og ein fjallstav, sum Nigro Hermansen hevur evnað til. Mikkjal hevur seinnu árini havt áhuga fyri list, serliga málningalist, og hevur hetta eisini sæst aftur í Suðuroyar Sparikassa, ið hevur stuðlað og keypt fitt av list seinnu árini.
Suðuroyar Sparikassi hevur hesi árini, Mikkjal hevur røkt stjórastarvið, vaksið virksemið sítt einar 4 ferðir. M.a. hevur stovnurin nú eisini deild í høvuðsstaðnum.
Mikkjal Sørensen hevur verið løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1991 til 1994 og hevur í fleiri umførum verið varamaður.
Mikkjal er giftur Jastrid (f. á Dul) úr Havn og børn teirra eru Eiler, Jákup, Dania, Hanna og Tórur.