Bankarnir skulu tryggja at heimabankin riggar

Tað er skyldan hjá bankunum at tryggja, at heimabankin riggar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum

– Tað eru peningastovnarnir, ið hava ábyrgd av at tryggja, at viðskiftafólkini hava atgongd til heimabankaskipanina.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Herfyri riggaði heimabankin ikki í fleiri dagar hjá teimum, ið ikki hava fingið sær NemID og tískil hevur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, spurt landsstýrismannin, hvussu hann ætlar at tryggja, at tey, sum ikki hava NemID, altíð hava ein vælvirkandi heimabanka.

 

Men Poul Michelsen sigur, at tað er bankarnir sjálvir, sum hava ábyrgdina av at tryggja, at viðskiftafólkini hava atgongd til heimabankan.

Men hann sigur, at í arbeiðinum at menna Talgildu Føroyar, sum er eitt talgilt føroyskt undirstøðukervi, er ein av teimum fyrstu verkætlanunum ein talgildur samleiki, ein talgild undirskrift, til allar føroyingar. Og tann talgildi samleikin skal kunna brúkast til at innrita í almennar og privatar skipanir, eisini heimabankan.

 

Poul Michelsen vísir eisini á, at við lóg er tað álagt øllum føroyskum løngjaldarum at gjalda lønina ígjøgnum føroyskar peningastovnar, Og tí heldur hann, at tað má tað vera skylda hjá peningastovnunum at tryggja, at skipanirnar virka ,og at allir løngjaldarar, og løntakarar, hava atgongd til skipanirnar.