Frá 24. juli av fer ikki longur at bera til at ringja til Telefontænastu hjá Bank Nordik, EIK ella Suðuroyar Sparikassa.
Bankarnir boða nevniliga frá á sínum heimasíðum, at tænasta ikki longur er tíðarhóskandi og verður tí avtikin.
Tað er tó ikki ein avgerð, ið føroysku bankarnir hava tikið, men er tað SDC, ið er KT-veitari hjá bankunum, ið hevur avgjørt at avtaka tænastuna.´
Í staðin mæla bankarnir til, at kundar, ið hava brúkt hesa tænastu, fáa sær Netbankan ella Boðtænastuna til at avgreiða síni bankaviðurskifti.










