Bankar rinda bót og endurgjald fyri fíggjarkreppuna

Tveir av teimum størstu bankunum í USA hava nú átikið sær medábyrgd av fíggjarkreppuni.

Eftir drúgvar samráðingar við amerikonsku stjórnina hava bankarnir JPMorgan Chase og Citigroup játtað at rinda tilsamans 20 milliardir dollarar í bót til tað almenna og sum endurgjald til fólk, sum mistu hús og heim orsakað av kreppuni.

 

Avtalan við tann størsta og tann triðstørsta bankan í USA verður mett sum ein týðandi politiskur sigur fyri Barack Obama, forseta.

 

Undir valstríðnum fyri tveimum árum síðani bleiv Obama lagdur undir at hava verið alt ov lagaligur ímóti teimum stóru bankunum. Atfinningarnar fingu forsetan at skipa ein serligan rannsóknarbólk undir løgmálaráðnum. Bólkurin fór alt fyri eitt undir at kanna virksemið hjá bankunum, sum í fleiri førum vísti seg at vera uttan fyri lógarinnar karm.

 

Í november í fjør fekk stjórnin eina avtalu við JPMorgan Chase, og fyrr í hesum mánaðinum varð ein líknandi avtala so gjørd við Citigroup. Avtalurnar bera í sær, at JPMorgan Chase skal rinda 13 milliardir dollarar og Citigroup sjey milliardir dollarar í bót til ríkiskassan og endurgjaldi til fólk, sum mistu húsini. 

 

Samstundis tingast stjórnin við aðrar bankar. Eitt nú eru tingingar við Bank of America, sum er landsins næststørsti. Myndugleikarnir krevja, at bankin skal rinda 17 milliardir dollarar, men higartil hevur bankin sýtt fyri at fara upp um 13 milliardir dollarar, skrivar Wall Street Journal.