– Vit fingu eina fráboðan um, at »yvirfalsalarmurin« var farin í gongd í bankanum, og tá er einki annað at gera at drøna á staðið.
Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðin í Havn, tá vit spyrja, hvat var á vási í Eik Banka í miðbýnum í Havn fyri løtu síðani.
– Tað var ein persónligur feilur, og eingin vandi var á ferð, sigur vakthavandi, sum leggur afturat, at allar slíkar fráboðanir verða tiknar í álvara.
Tríggir politistar í tveimum politibilum komu alt fyri eitt á staðið, har teir staðfestur, at talan var um falskan alarm.










