Aftan á samráðingar í næstan ein mánað er tað nú greitt, at Grønlandsbanken og danski bankin Vestjysk Bank verða lagdir saman.
Semjan ímillum teir báðar bankarnar ber í sær, at partabrøvini í grønlendska bankanum verða strikað, og at partaeigararniri fáa partabrøv fyri 736 milliónir krónur í Vestjysk Bank ístaðin fyri. Tann 17. juni verður aðalfundur í Grønlandsbankanum, og tá skulu partaeigararnir taka endaliga støðu til samanleggingina.
Stjórin í Grønlandsbankanum, Svend-Erik Danielsen, sigur við útvarpið í Nuuk, at samanlegingin fær onga ávirkan á samskiftið ímillum bankan og viðskiftafólkini. Alt verður sum nú, sigur hann. Samanleggingin fer kortini at gera, at grønlendski bankin verður betur førur fyri at fíggja vinnulívið, og sethúsaeigarar kunnu eisini vænta at fáa onnur og betri tilboð um fígging enn higartil, sigur Svend-Erik Danielsen, sum leggur afturat, at samanleggingin fer Grønlandsbankian sterkari, so hann er betur førur fyri at taka ímóti komandi avbjóðingum.