Bankar økja um netbankatrygd

Føroysku peningastovnarnir hava nú sett tiltøk í verk fyri at økja um trygdina í netbankanum.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at teldusníkar fyrr í vikuni fingu atgongd til netbankan hjá einum vinnukunda umvegis eina teldu.

Teldusníkarnir gjørdu eina flyting av kontuni hjá vinnukundanum í einum føroyskum peningastovni til ein peningastovn í útlandinum. Málið er meldað til løgregluna, sum fylgir transaktiónsslóðini.

Sambært galdandi reglum eru allir privatkundar tryggjaðir ímóti tapum, sum standast av møguligum innbrotum í netbankan. Vinnukundar eru hinvegin ikki vardir ímóti slíkum tapum av sær sjálvum. Møguligt er at tekna eina trygging ímóti KT-brotsverkum. Til ber at leita sær ráðgeving í hesum sambandi hjá tryggingarfeløgunum.

Peningastovnarnir heita á fólk, um at fylgja nøkrum leiðreglum í sambandi við brúk av netbanka og harvið minka um vandan fyri netbankainnbroti:

- Nýt eitt anitivirusforrit, sum verður dagført sjálvirkandi og altíð er virkið

- Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk

- Nýt ein persónligan firewall á telduni

- Trýst ikki á leinkjur og lat ikki viðheftar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, um tú ikki veitst, hvør sendarin er

- Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt ikki er rætt

- Um tú hevur illgruna til møguligan virus á telduni: bíða við at brúka netbankan til trupulleikin er loystur

- Ver sera varin við at upplýsa tínar persónligar upplýsingar umvegis netið, t.d. í telduposti ella umvegis onkra heimasíðu

- Tak bert niður forrit frá netinum, sum eru frá álítandi keldum og heimasíðum

- Ansa væl eftir tínum loyniorðum, og tey skulu ikki vera løtta at gita. Nýt tí ikki føðingardag o.t. sum loyniorð

Í 2012 vóru 199 netbankainnbrot framd í teimum donsku peningastovnunum. Í 56 førum vóru tap staðfest. Til samans vóru staðfest 6,2 milliónir krónur í tapum orsakað av innbrotum í danska netbankanum í fjør.