Ein tíma eftir at Eik Banki lækkaði sína bíligastu bústaðarrentu niður í 3,45 prosent svarar BankNordik aftur.
Bústaðarrentan er nú komin niður á sama støði, sum tá hon var bíligast á vetri í 2005. Tað hendi, nú Eik Banki fyrrapartin lækkaði lægstu bústaðarrentuna niður í 3,45 prosent.
- Vit lækka rentuna, tí kappingin um kundarnar er sera hørð, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Sjón fyri søgn fekst bara tíma seinni, tá BankNordik svaraði aftur. Undir yvirskriftini ”Lægsta bústaðarrentan fæst í BankNordik” boðaði bankin fyrrapartin frá, at teirra bíligasta bústaðarrenta nú verður 3,40 prosent. Tilboðið verður latið øllum viðskiftafólki, sum eru við í sonevndu Nordik360 skipanini hjá bankanum.
Í báðum peningastovnum fær rentulækkingin gildi 20. juni.
Súni Schwartz Jacobsen var gestur í tíðindunum á Rás2 á middegi. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.