Bankar hørð krøv til AP

Atlantic Petroleum boðar frá, at fyrsta stigið í endurfíggingini av felagnum er fingin upp á pláss. Men hetta hendir bert eftir hørðum treytum frá bankunum, sum krevja at góðkenna nýggjar íløgur og fáa vald á nevndini

Atlantið Petroleum boðar frá, at afturrindanin av verandi lánum er skotin út frá 31. juli 2009m og 31. desember 2009 til 31. desember 2010 ella fyrr. Tað veldst um fullføranina av einari ætlaðari øking í partabrævapeninginum, ella tryggjanini av einum høvuðslángevara.

Sum partur av treytunum fyri framleingjan av lánunum, hava Føroya Banki og Eik Banki fingið 3. raðfesting í partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum, UK limited.

Haraftrat tryggja lánsgevarirnir sær, at teir kunnu krevja lánini útgoldin, um Atlantic Petroleum eitt nú ger íløgur uttan framman undan at hava tryggjað sær undirtøku fyri hesum hjá lánsgevarunum. Ella um endurfíggingin av felagnum ikki hevur givið ítøkiligt úrslit innan 6 til 9 mánaðir, og um felagið ikki innan tá hevur valt tríggjar nýggjar nevndarlimir, útpeikaðir av lánsgevarunum, harav tann eini skal verða formaður.

Lánsgevararnir hava heitt á Sp/f 14 og Mortan Johannesen um at atkvøða fyri hesum, og tað heva bæði játtað.

Í sambandi við leingjanina av verandi lánum, ætlar felagið at kalla inn til eyka aðalfund, sum skal haldast innan 1. juli 2009, har skotið verður upp at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir fyri Kjartan Hoydal, Óli Hammer og Petur Even Djurhuus.

Kjartan Hoydal hevur í dag sagt seg frá sum formann í nevndini og sum nevndarlim, og Poul Mohr verður virkandi formaður fram til eyka aðalfundin.

Broytingin í nevndini skal speglað nýggja tíðarskeiðið hjá felagnum, sum byrjaði í september 2008, tá felagið gjørdist eitt oljuframleiðandi felag.

Nýggja nevndin skal stuðla undir verandi førleika hjá Atlantic Petroleum og tilføra nevndini altjóða royndir.

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur:

Leingjanin av verandi lánum boðar frá góðum hjá Atlantic Petroleum og partabrævaeigarunum, og gevur okkum tryggleika, meðan vit endaliga avgreiða endurfíggingina av felagnum við ætlaðum øktum partapeningi og nýggjum lánum. Hetta gevur eisini grundarlag fyri víðkan av verandi kanningar- og menningaraktivitetum, sum fer at føra til framleiðslu av olju og gassi.