Bankar fjala vánalig útlán

Nógvir danskir bankar fara alt ov lætt um veruleikan, tá teir meta sína egnu fíggjarligu styrki, og tað kann, um illa vil til, hava við sær, at fleiri fara av knóranum. Tað skrivar Politiken í dag.

Blaðið skrivar, at nógvir bankar undirmeta tað, sum teir eiga at seta av ímóti tapi, og at teir eru alt ov bjartskygdir, tá teir meta um evnini hjá lánatakarum at rinda lánini aftur. Tað niðurstøðuna er Politiken komið til eftir at hava kannað frágreiðingar, sum Fíggjareftirlitið hevur skrivað eftir at hava mett bankarnar.

Síðani 2010 hevur eftirlitið kannað 60 bankar, og 40 teirra fingu eina viðmerking, tí teir yvirmettu egna megi og høvdu sett ov lítið av ímóti tapi, skrivar Politiken.