Évropeiskir bankar fáa nú rúmarri lánsmøguleikar, og tað hevur ávirkað partabrævavirðið Evropeiski Miðbankin, Bank of England og sveisiski tjóðbankin fara nú at lata vanligum bankum óavmarkað lán í amerikonskum dollarum í eina, fýra ella tólv vikur við fastari rentu.
Tað hevur Evropeiski Miðbankin kunngjørt í morgun. Við avgerðini fara teir tríggir evropeisku bankarnar og tjóðbankarnir í USA og Japan at senda fleiri dollarar í umfar.
Fráboðanin frá bankunum hevur longu havt sína ávirkan. Á teimum evropeisku virðisbrævamarknaðunum er virðið hækkað millum sjey og átta prosent í morgun. Í Keypmannahavn liggur hækkingin um sjey prosent, skrivar DR.