Evropeiski Miðbankin, ECB, hevur í dag lænt 800 bankum í evrulondunum tilsamans 3942 milliardir krónur. Talan er um trý ára lán, sum eru ætlað at stuðla upp undir búskaparvøksturin og at doyva avleiðingarnar av skuldarkreppuni.
Stjórin í ECB, italiumaðurin Mario Draghi, man vænta sær nógv av dagsins tiltaki, tí sambært fronsku tíðindastovuni AFP hevur hann umrøtt dagsins lánspakka sum "Tjúkku Berthu" og sipar við tí til ta risastóru kanónina, sum týskararnir brúktu undir fyrra veraldarbardaga.
Danski búskaparfrøðingurin og greinarin Jacob Graven sigur við danska kringvarpið, at tað ovurstóra ECB-lánið gevur ein skáa, sum skal brúkast til at skarva av teirri almennu skuldini hjá teimum evropeisku londunum.










