Á summum økjum er tað ein fyrimunur at hoyra til eina størri eind, tá talan er um eitt land við 49.000 íbúgvum. Einum bankakervi tørvar stabilitiet, eitt trúverdugt eftirlit og eina almenna skipan aftanfyri, sum onnur hava álit á. Hetta álit hevur nakað við stødd og fíggjarligar musklar at gera.
Undanfarna samgonga vísti serstakliga vánaliga dømikraft á fíggjarøkinum, tá hon almannakunngjørdi, at føroyska ekspertisan undir Fìggjarmálaráðnum skuldi yvirtaka fíggjareftirlit við føroysku bankunum.
Síðani hesa útmelding er so tað hent, at bankar eru farnir um koll kring heimin, og fyri okkara granna fyri norðan hevur kreppan merkt, at nærum alt teirra bankakervi er farið á heysin ella er vorðið nationaliserað. Krøvini mótvegis hesum bankum eru astronomisk, og tað verða nógv ár, áðrenn nakað uttanlands trúvirði verður aftur á íslendskum bankum.
Føroyskir bankar eru betri fyri, tí at teir hoyra undir danskt fíggjareftirlit og hava møguleika at koma undir danskar hjálparpakkar. Tað er, um man vil tað ella ei, ein sannroynd, at danski staturin hevur eitt betri kredittvirði og álit, enn Føroya Landsstýri. Hetta nýtist ikki at hava nakað at gera við, hvussu dugnaligt Føroya Landsstýri er, men er fyri tað mesta bert ein spurningur um stødd og søgu.
Tað er sum tá ein brúkari skal keypa onkra tænastu. Um ein veitari hevur víst, at hann hevur megnað sína uppgávu væl í eitt áramál, so hevur hann ein fyrimun framum ein, ið skal í holt við sína fyrstu uppgávu av slagnum.
Eitt føroyskt fíggjareftirlit er eitt ivasamt hugskot í bestu tíðum, og í hesum tíðum er tað eitt beinleiðis tápuligt hugskot.
Sjálvandi er tað beiskt politiskt hjá Tjóðveldi at viðganga, at bankapakkin kom væl við, og var ein sjálvsagdur fyrimunur við okkara ríkisrættarligu støðu. Neyvan roknaði nakar við, at flokkurin fór alment út við nøkrum takkarrøðum, men at hann skuldi fara í hina grøvina, har hann uttan ábyrgd fer í almennan polemikk um tiltøkini, var ikki væntandi.
Ein partur av álitinum til almenn inntriv viðvíkjandi bankum er, at man kann demonstrera politiskt støðufesti. Um einstakir politiskir flokkar vilja brúka eina støðu til at manifestera seg sjálvan og sáa iva um hesi inntriv, so er tað skaðiligt fyri álitið. Føroysku bankarnir eru undirlagdir danska fíggjareftirlitið, og tí er tað sjálvsagt, at teir skulu hava møguleikan at fáa lut í eventuellum almennum donskum bankatiltøkum.
Tað er lítið at ivast í, at einki verður trýst niðurum oyrini á einum banka, sum ikki vil hava slíka hjálp. Um danska stjórnin og føroyingar vilja hava ein dialog um hetta, so eigur hesin dialogur at fara ígjøgnum Føroya Landsstýri.