Aftaná meira enn hálvtrýss rættarfundur hevur Eystara landsrættur nú sagt dóm í tí fyrsta av teimum sjey rættarmálunum, har Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt fyrrverandi oddafólk í bankum, ið fóru á húsagang undir fíggjarkreppuni. Harímillum eru eisini oddafólk í gamla Eik Banka.
Talan gjørdist um ein sigur til Fíggjarligt støðufesti , tá trý fyrrverandi oddafólk í Capinordic vórðu dømd at rinda 90 milliónir í endurgjald pluss rentur.
Felagið hevði annars kravt 400 milliónir í endurgjald frá fyrrverandi bankafólkunum, ið fíggjarligt støðufesti hevði stevnt fyri grovt ábyrgdarloysi. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.
Dómararnir góvu ikki Fíggjarligt støðufesti viðhald í ákæruni um grovt ábyrgdarloysi, men álegði teimum trimum, Henrik Juul, fyrrverandi stjóra í bankanum, Claus Ørskov, fyrrverandi nevndarformann, og Lasse Lindblad, fyrrverandi nevndarlim, at gjalda endurgjald fyri tap í níggju ítøkiligum avtalum. Sostatt skulu tey tilsamans rinda 90,5 milliónir krónur, umframt rentur, í endurgjald.
Í rættarmálinum móti Eik Banka, hevur Fíggjarligt støðufesti stevnt fyrrverandi stjórunum, nevndini og grannskoðarunum eftir 150 milliónum.
Tey saksøktu í Eik málinum eru Frithleif Olsen, nevndarformaður, Odd Bjellvåg, næstformaður, Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Hans Laksá, grannskoðari, og p/f Nota.