Filmsfelagið sýnir íslendska bankafilmin um Eik í morgin, mikudagin 15. apríl klokkan 20:00.
Undir upprunaheitinum, Vonarstræti (Baldvin Zophoníasson 2014), er filmurin hin mest sæddi í Íslandi. Fréttablaðið kallaði filmin hin besta íslendska nakrantíð, og fyrr í ár vann filmurin ikki færri enn tólv Edda virðislønir, m.a. sum besti filmur. Enska heitið er Life in a Fishbowl og danska heitið er De små ting. Filmurin verður sýndur í upprunaútgávu, men við donskum undirteksti, so øll kunnu fylgja við í samansettu lagnusøguni úr okkara tíð. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, fer at introdusera filmin.
Í íslendska filminum um bankakreppuna har í landinum, fylgja vit Hera Hilmar, Þorsteinn Bachmann og Thor Kristjansson í høvuðsleiklutunum sum Eik, Móri og Sølvi.
Eik arbeiðir í barnagarði um dagin og er call girl um náttina, Móri er rithøvundur, sum hóast hann eigur hús í Vonarstræti, velur at drukna tilveruna í brennivíni, og Sølvi er fyrrverandi fótbóltsspælari, sum missir allan moral, tá hann fær spennandi starv í bankanum og skal byggja hotel í Vonarstræti mitt í býnum.
– Væl møtt til ein sjáldsama viðkoamndi film og hin best umtókta í heimlandinum nakrantíð, skrivar Birgir Kruse úr Filmsfelagnum á sínum bloggi.









