Bankabjarging í lagi

ES-nevndin hevur góðkent, at bretska stjórnin kann lata Royal Bank of Scotland ein bjargingarpakka við 100 milliardum pundum ella 826 milliardum krónum. Pakkin er tann størsti, sum nakrantíð er latin einari fyritøku í ES.

Ein talsmaður fyri ES-nevndina segði í gjár, at nevndin hevur góðkent pakkan, tí at Royal Bank of Scotland er í ferð við munandi broytingar, sum fara at venda gongdini tann rætta vegin.

Royal Bank of Scotland hevði 28 milliardir pund ella 231 milliardir krónur í halli í fjør, og so stórt hall hevur eingin banki í Bretlandi havt fyrr eitt einstakt ár.