Bank Nordik framgongd á 37 prosent

Úrslitið er betri enn væntað, sigur stjórin

Higartil í ár hevur BankNordik havt eina framgongd upp á 37 prosent, samanborið við í fjør.

Tað sigur bankin í eini almennari fráboðan í morgun.

 

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi er 53 milliónir. kr. samanborið við 44 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi og 30 mió. kr. í sama ársfjórðingi í fjør.

Samanlagda rakstrarúrslitið fyri tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar á 128 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. árið fyri er ein framgongd á 37 %.

 

Tað er serlig í Danmark at framgongdin er, samstundis sum at virksemið í Føroyum er merkt av harðari kapping um at hava so lága útlánsrentu sum gjørligt.

Í triðja ársfjórðingi hækkaðu útlánini í bankanum, mest í Danmark, har hækkingin er 5 %.

 

Fyrstu níggju mánaðirnar í árinum vóru srakstrarinntøkurnar 596 mió. kr. tilsamans samanborið við 640 mió. kr. sama tíðarskeiði í fjør, ein afturgongd á 44 mió. kr.

- Hetta stendst serliga av, at útlánsrentan er lækkað í Føroyum.

Tær umfatandi rationaliseringarnar, ið eru framdar, hava samstundis minkað útreiðslurnar 27 mió. kr.

 

Hetta, umframt at niðurskrivingar á útlánum eru skornar meira enn niður í helvt, hevur betrað úrslitið hjá samtakinum til 134 mió. kr. fyri skatt samanborið við 124 mió. kr. teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør.

Helvtin av úrslitinum stavar frá bankavirksemi uttan fyri Føroyar.

Janus Petersen, bankastjóri, fegnast um úrslitið, serliga í Danmark og úrslitini eru eitt sindur betri enn tey væntaðu við ársbyrjan.

 

Leiðslan í BankNordik væntar nú eitt úrslit fyri 2014 sum heild á 220-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt og tað er í ovara endanum á tí,  tey frammanundan høvdu væntað.

 

Í fráboðanini í morgun verður staðfest, at Bankin væl og virðiliga lýkur øll krøv frá myndugleikanum, eisini tey komandi krøvini sum eru ásett og gjaldførið er 2,7 ferðir lógarkravið.