Bangnir toftamenn

Hóast B36 tíðliga í dystinum fekk Fróða Benjaminsen riknan av vølli, so tordi og vildi B68 ov lítið til veruliga at hótta meistararnar

Fótbóltur

Sum uppflytari á útivølli móti meistarunum var kanska ikki annað enn náttúrligt, at toftamenn høvdu virðing fyri mótstøðuni, tá farið varð á vøllin í Gundadali leygardagin.
Fyrsta góða korterið prógvaði heimaliðið eisini, at gestirnir høvdu alla orsøk at sýna virðing. Ferð eftir ferð varð toftaverjan tagað sundur, og Sylla átti einar tvær 100% kjansir, sum tó vórðu skammiliga misnýttir.
Sami Sylla var tó eisini maðurin, sum fekk heimaáskoðararnar uppfrá, tá hann gav heimaliðnum uppiborna leiðslu. Obi fangaði bóltin í vinstra borði, og bleyta og neyva innleggið varð stútað inn í síðunetið uttan møguleika hjá Tórði Thomsen í B68-málinum.

Kortini
Sæð burtur frá einum risa-møguleika longu í fyrsta minutti, so var ógvuliga avmarkað, hvat gestirnir høvdu at bjóða. Heimaáskoðararnir mundu spakuliga venja seg við tankan um, at hesin dysturin bara skuldi koyrast heim, tá ein tann mest umrødda hendingin í Gundadali leygardagin stakk seg upp.
Dómarin hevði eina ferð áður funnist at Fróða Benjaminsen og Ova Magnussen, sum høvdu hug at togast dekan ov nógv, og brádliga lá Ovi skerflatur í málteiginum. Hvat var hent og ikki, ber illa til at siga, men niðurstøðan hjá dómaranum var greið, og so mátti Fróði finna seg í, at dysturin var liðugur fyri hansara viðkomandi.
Við ellivu móti tíggju átti B68 nú allar fyrimunir at koma aftur í dystin, men tað merkisverda var, at teir als ikki tóktust hava hug at gera nýtslu av hesum. Hóast aftan fyri við einum máli, so hildu teir á við varna stílinum, sum ivaleyst var taktiska uppleggið, og tí slapp B36 merkiliga væl undan løtuni, sum teir vóru í undirtali.
Og tann løtan gjørdist nú heldur ikki so øgiliga long. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Ralph van Dooren sítt seinna gula kort, og so var líka vítt sum sítt hjá B68.

Paniskt trýst
Tað mundu tey flestu halda vera endin á B68 í hesum dystinum, men spælið var ikki meira enn sett ígongd aftur, tá B68 fekk javnvág í roknskapin. Støðan sá annars ikki serliga vandalig út, men heldur klossur togaði Bárður H. Joensen í Súna Fríða Barbá, og so varð peikað á brotssparksblettin. Brotssparkinum tók Ovi Magnussen sær av, og hóast áskoðararnir enn ikki høvdu gloymt, at hann var atvold til útvísingina hjá Fróða, so var hann ísakaldur, tá bólturin varð sendur í meskarnar.
Við tíggju móti tíggju setti B36 trýst á, men leingi var líkt til, at hetta skuldi verða uttan úrslit. Møguleikarnir vóru annars fleiri í tali, men ikki fyrr enn í 81. minutti fall avgerðin.
Símin Hansen hevur fyrstu dystirnar havt trupult við at sláa til hjá B36, men tá hann langaði retur-bólt í kassan, reyk sjálvsálitið í topp. Seinastu tíggju minuttirnar var hann ikki til at stýra, og ferð eftir ferð bjóðaði hann troyttu toftamonnunum av við bæði frekum fiksum deteljum. Tað eydnaðist tó ikki at økja um leiðsluna, men hóast tað, so mundu teir á heimaliðnum vera so hampuliga nøgdir. Fyrst og fremst, tí stigini komu til høldar, hóast sigurin væl kundi verið meira trivaligur.
Gestirnir hinvegin mundu iðra seg nakað. Sjálvandi er tað keðiligt, tá mál verður skotið ímóti somikið seint í dystinum. Men fyrst og fremst, so mundi talan verið um sjálvsrannsakan, tí við nakað størri dirvi, tá teir spældu í yvirtali, kundi B68 væl fingið størri úrtøku enn tað sama.