Altjóða floghavnin í irakska høvuðsstaðnum Bagdad hevur ikki verið opin, síðani amerikanararnir hersettu hana undir Irak-krígnum. Sambært The New York Times tora amerikanararnir ikki at lata hana upp, tí teir sakna framvegis eitt rættiliga stórt tal av rakettum av slagnum Stinger.
Síðani amerikanararnir og bretarnir róku stýrið hjá Saddam Hussein frá, hava teir savnað alskyns vápn, og hesa tíðina hava teir fingið fatur á 317 rakettum, sum eru so smáar, at ein maður kann bera tær. Amerikanska herleiðslan veit ikki, um hon hevur fingið allar rakettirnar, tí hon veit ikki, hvussu nógvar tílíkar rakettir irakar høvdu undan krígnum.
Stinger-rakettirnar kunnu millum annað skjóta flogfør niður, og tá amerikanararnir ikki vita, um irakskir mótstøðubólkar kunnu hava slíkar rakettir, tora teir ikki at lata altjóða floghavnina í Bagdad upp. Harafturat bera amerikanararnir ótta fyri, at mótstøðubólkarnir kunnu smugla Stinger-rakettir um markið úr grannalondunum