Bangkok í undantaksstøðu

Eftir áhaldandi mótmæli hevur teilendska stjórnin lýst høvuðsstaðin í undantaksstøðu Teir seinastu dagarnar hava fleiri túsund teilendingar kravt, at landsins forsætisráðharri, Samak Sundaravej, skal fara frá. Tað vil hann ikki, og nú hevur hann svarað við at lýsa høvuðsstaðin í undantaksstøðu, sigur teilendska útvarpið.

Avgerðin kom, eftir at ófriðurin kostaði eitt mannalív í gjár. 34 onnur vórðu særd.

Útvarpið sigur, at 400 hermenn eru í gøtunum í Bangkok, har teir skulu hjálpa løgregluni. Mótmælisfólkini hava boðað frá, at tey fara at halda fram við sínum tiltøkum.