Bangin um menninar

Nakað eftir klokkan trý seinastu nátt, varð tvær ferðir ringt til politiið, tí fólk sóu tveir menn til gongu gjøgnum Norðoyatunnilin.

Politiið fór ikki avstað, so antin hava menninir fullført gongutúrin, ella hevur onkur tikið teir upp í bilin.

Tað er loyvt at ganga gjøgnum undirsjóartunlarnar, men vandi er fyri at verða yvirkoyrd har. Tí fer politiið ofta eftir gongufólki í tunlunum og koyrir tey heim, sigur vakthavndi á politistøðini í Havn.