Hjálparin hjá Lindsay Lohan er nú bangin fyri, at stjørnan fer at taka sítt egna lív.
Seinastu tíðina hevur sjónleikarakvinnan, Lindsay Lohan, verið sera songarbundin og sjálvspillandi. Hon er enn knúst eftir at daman, Samantha Ronson, gjørdi tað liðugt, og hevur í langa tíð verið misnýtari at tablettum o.l.
Hjalparin hjá Lindsay, Jenni Muro, er nú bangin fyri, at hon fer at gera sjálvmorð. Í eini telefonsamrøðu við pápa Lindsay, Michael Lohan, segði Jenni:
- Eg royni hvønn tann einasta dag at bjarga lívinum hjá dóttir tíni. Hevði eg ikki verið her fyri hana, hevði hon ligið í eini grøv nú. Eg havi droppað alt fyri at forða dóttir tíni í at gera sjálvmorð; sjeikin hjá mær, hundin, foreldur míni og heimið hjá mær í L.A. Nú veit Jenni Muro einki annað at gera, enn at biðja um hjálp.








