Bandasavnið í Kring­varpi­num kann bjargast

við samstarvi millum tað al­menna, privata vinnulivi og ALS

Gunvør Balle, tingkvinna
----
Í svari upp á fyri­spurn­ing mín um bandasavnið í vár, segði landsstýrismaðurin seg meta hetta arbeiði vera týdn­­­in­­ga­r­mikið og at hann sam­an við Kringvarpinum og Søvn­­um Landsins fer at fáa lýst hvat skal til fyri at bjarga band­a­savn­i­num.
Tað er gleðiligt, at lands­stýr­is­­maðurin sigur seg vilja taka málið upp, men best hevði verið at sæð vilj­an í verki. Tí samgongan hev­­ur hvørki sett pengar av til banda­savnið í lang­tíðar­karm­un­um ella í fíggjar­lógar­­upp­skotinum fyri 2014, og samgongan feldi upp­­skotið frá and­støð­uni um at seta pengar av til at byrja tal­gilding av banda­savninum.
Tað snýr seg um at bjarga einum týðandi parti av okk­ara mentanararvi, sum lysir søgu og samleika før­oyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Umframt at varðveita tilfarið fyri eftirtíðina, snýr tað seg eisini um at gera tað atkomuligt fyri almenningin. Talgilding hevði gjørt tað møguligt hjá øllum borgarum, at fingið atgongd til tann partin av okkara mentanararvi, sum er í ljóði og myndum.
Spurningurin er, um ikki ein alternativ, skjót loysn kann finnast, har fleiri partar taka á seg at lyfta í felag.
Í uppritinum um banda­savnið sum Mentamálaráðið fekk handað í 2010, varð mett, at tað fór at kosta umleið 30 mió kr at digitalisera banda­savnið. Hetta var tó ein leystlig meting og fólk við skili fyri hesum, meta at talið er ov høgt, helst er talan um hægst 25 mió kr. Landsstýrismaðurin eigur sum tað fyrsta, at fáa greiðu á hvør veruligi kostnaðurin verður.
Síðan eigur ábyrgdin fyri bjarging av bandasavninum at flytast frá Kringvarpinum til Søvn Landsins, tí tað er hesin landsstovnur, ið hevur ábyrgd av at taka sær av varð­veitslu og tryggjan av mentanararvinum.
So eigur ein tíðarætlan at setast fyri bjargingarætlanini, og hon nýtist ikki at vera meir enn 6 ár. Tað vildi merkt, at tørvur er á eini 3-4 milliónum um árið. Lands­stýrismaðurin átti at bjóða privata vinnulívinum at vera við til at fíggja verkætlanina. Vænti at fleiri privatar fyri­tøkur høvdu haft áhuga í at tikið ábyrgd í hesum máli. Tað eigur eisini at kannast, um eitt skilagott samstarv við ALS kundi verðið ein part­ur av loysnini, soleiðis at ar­beiðs­leys kunnu hjálpa til í ar­beiðinum, í tann mun tað ber til.
Tað finnast privat feløg, ið hava førleika og møguleika at standa fyri talgildingini, og tey eiga at fáa møguleika at bjóða uppá tekniska partin av arbeiðinum, meðan fakkøn fólk taka sær av at velja út og raðfesta hvat tilfar skal varðveitast og tryggjast.
Á henda hátt vildi talan verið um eina einastandandi vinn-vinn loysn. Har tað al­menna td rindar 1-2 mió kr. um árið, ymiskar kapitalsterkar føroyskar fyritøkur rinda íalt hinar 1-2 mió um árið og privatar fyritøkur møgu­liga í samstarvi við ALS sleppa at bjóða uppá at loysa uppgávuna. Ongin ivi er um, at alt føroya fólk stend­ur saman um at seta hetta arbeiði í verk ongantíð ov skjótt. Hetta snýr seg um okk­ara felags søgu, sum vit ikki mugu lata doyggja. Søgu­leyst fók er sum kunnugt støðu­leyst fólk.