Bandakríggj á gøtunum í Keypmannahavn

Støðan millum stríðandi partarnar á gøtunum í Keypmannahavn er versnað sera nógv seinastu vikurnar.

Síðani áleið hálvan juni hevur løgreglan í danska høvuðsstaðnum sett upp visitationsøki. Orsøkin er, at gøturnar í Keypmannahavn eru at kalla krígsmarkir hjá bandum í Danmark. Fleiri skotbardagar hava verið á gøtunum, og økta talið av bandastríðum hevur fingið løgregluna at reagera.

 

Hetta er tað, sum hent er seinastu tíðina í danska stórbýnum, har nógvir føroyingar búleikast í dag. 

 

- 4. august. 13 skot verða latin millum tveir bilar í Rovsingsgade í Keypmannahavn. Ein persónur raktur. 

 

- 2. august. Ein 24 ára gamal verður raktur í afturpartin, tá ið tveir mans á knallert skjóta eftir hvørjum øðrum millum Tuborgvej og Frederiksborgvej. 

 

- 1. august. Tveir menn á knallert skjóta fleiri skot á Nørrebrogade - ein raktur. 

 

- 28 juli. Fleiri skot latin í Mjølnerparken. Tríggir bilar raktir, men eingin persónsskaði. 

 

- 25. juli. Ein 26 ára gamal verður skotin tvær ferðir, tá ið ein bilur steðgar á Rovsinggade, og ein maður skjýtur 8-10 skot úr bilinum. Stutt eftir vera tveir mans á 23 og 29 ár handtiknir í Mjølnerparken. 

 

- 20. juli. Vitni boða frá skotum nærhendis Mjølnerparken. 

 

- 19. juli. Skot verða latin nærhendis Krakas Plads á Nørrebro. Løgreglan finnur vápn á staðnum, men eingin er handtikin. 

 

- 18. juli. Ein maður verður skorin við knívi á Tomsgårdsvej. Skot verða latin nærhendis Tingbjerg Skole. Skot somuleiðis latin í Mjølnerparken. 

 

- 14. juli. Ein maður verður stungin tvær ferðir í lærið, og einaferð í afturpartin. Hann verður illa sparkaður í andlitið. Tvær mans á 23 og 19 ár handtiknir. Skotbardagi á Mimersgade. 

 

- 12. juli. Ein limur av Loyal to Familia bandanum verður stungin við knívi á Mosevej. 

 

- 16. juni. Skotbardagi á Frederikborgsvej. Rútar í íbúðum og handlum á gøtuni brotna, men eingin persónskaði. 

 

- 13. juni. Skotbardagi á Gadeladet í Husum. Somuleiðis skotbardagi nærhendis Tagensbo Skúla. 

 

- 12. juni. Skot á Amager. Eingin handtikin og eingin raktur. 

 

 

Keldur: Løgreglan í Keypmannahavn og Ritzau.