Loyal to Familia er ein bandi, ið heldur til á Blågards Plads á Nørrebrúgv. Bandin varð settur á stovn í 2012 og er vaksin so mikið nógv, at hann er ein tann størsti av 98 bandum í Danmark.
Tað eru 225 limir í Loyal to Familia, og bandin er vaksin serstakliga nógv síðani bandaleiðarin Shuaib Khan 21. mars í ár varð leysgivin úr fangahúsi.
Shuaib Khan segði við Berlingske í summar, at Loyal to Familia ikki er ein kriminellur bandi, og brotsverk verða ikki framd í navi teirra. Danska løgreglan sigur tó, at Loyal to Familia er partur av bandakrígnum.
Í uttara partinum av Nørrebrúgv - í Mjølnerparken - er ein annar bandi, ið nevnist Brothas. Teir siga, at orsøkirnar til konfliktirnar eru mangar. Eitt nú hevur bandin Loyal to Familia roynt at rekruttera ungar dreingir frá Mjølnerparken í sín part, og tað vilja Brothas ikki finna seg í.
Ein onnur síða av søkini er, at Loyal to Familia hevur gjørt nýggja avtalu við sponsku stuðlarnir, ið veita bandanum hassj til marknaðin í Keypmannahavn. Hetta hevur kostað Brothas milliónir í inntøku seinastu mánaðirnir.
Løgreglan í Keypmannahavn er ikki í iva um, at bandakríggið í Keypmannahavn snýr seg um hassj marknaðan. Løgreglan hevur sett up eina flytiføra løgreglustøð á Nørrebrúgv og hevur nýtt flogfør og tyrlir at rannsøkja økið, biðið um størri manning, og rannsøkt, handtikið og skuldsett bandalimir.
Løgreglustjórin í Keypmannahavn, Anne Tønnes, veit ikki at siga, nær bandakríggið endar. Kríggið er ógvusligari og meir skelkandi enn nakrantíð.
Kelda: Berlingske